29.1.2009 | 17:54
Íslensku launin eru bara slakar 40 færeyskar krónur
"Íslendingar, sum arbeiða hjá íslendskum fyritøkum í Føroyum, kunnu vera løntir við íslendskari tímaløn, sum liggur langt undir tí føroysku
Tað staðfesti landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, í løgtinginum í dag.
Onki stendur í Hoyvíkssáttmálanum um lønarviðurskifti. Sostatt er heldur einki í sáttmálanum, sum forðar íslendskum fyritøkum at gjalda sínum arbeiðsfólki íslendska løn, sum liggur langt undir tí føroysku, staðfestir Jørgen Niclasen.
Grein 5 í Hoyvíkssáttmálanum um tjóðskaparviðferð, sum skal verja ímóti mismuni, hevur sostatt ongan týdning í sambandi við lønarviðurskifti, sambært Uttanríkisráðnum.
Tað er útbjóðingin at umvæla Landssjúkrahúsið, sum hevur fest í málið um íslendskar lønir í Føroyum. Tríggjar íslendskar fyritøkur hava givið lægstu tilboðini.
Íslendska lønin er bara slakar 40 føroyskar krónur, og tí hava íslendskar fyritøkur ein greiðan fyrimun, tá ið tær bjóða upp á arbeiði í Føroyum.
Tað mugu vit bara liva við, heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Tað var Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum reisti spurningin, og hann var alt annað enn nøgdur við svarið.
Bæði íslendingar og danir hava smíðað lógir, ið tryggja, at útsend arbeiðsfólk fáa somu løn, sum er galdandi í teirra landi.
Ongin slík lóg er galdandi í Føroyum. Tískil kunnu íslendskar fyritøkur, sum virka í Føroyum, gjalda sínum arbeiðsfólkum løn, sum liggur langt undir føroysku sáttmálalønini.
Í tíðindunum á døgurða gjørdi Samtak kortini greitt, at hetta fara føroysku arbeiðarafeløgini ikki at góðtaka."
http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=49&Id=65459
Athyglisvert.
Óttast ódýrt vinnuafl frá Íslandi | |
Tilkynna um óviðeigandi tengingu við frétt |
Bæta við athugasemd [Innskráning]
Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.