Íslendski forsætisráðharrin er undir stórum trýsti.
Í Íslandi er forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, komin í eitt politiskt ódnarveður, nú tað er komið fram, at fyritøkan, sum kona hansara eigur og rekur, hevur útivið 63 milliónir krónur í varðveitslu á bretsku Jomfrúoyggjunum. Oyggjarnar eru tiltiknar sum skattaskjól.
Sama fyritøkan krevur pengar úr trotabúnum eftir fíggingarstovnarnar Glitnir, Kaupthing og íslendska Landsbankanum, sum fóru á húsagang undir íslendsku fíggjarkreppuni. Kravið hjá fyritøkuni er 26,5 milliónir krónur. http://kvf.fo/greinar/2016/03/25/islendski-forsaetisradharrin-er-undir-storum-trysti#.VvV4XfmLTNN
Bæta við athugasemd [Innskráning]
Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.