,,Formaðurin í norska fiskimannafelagnum, Kjell Ingebrigtsen, hóttir við átøkum, um eingin semja fæst um makrelkvotuna í hesi vikuni.
- Um partarnir ikki finna eina semju nú, so eiga vit at gera tað sama sum íslendarar og føroyingar hava gjørt, sigur hann í samrøðu við FiskeribladetFiskaren.
Umboð fyri Føroyar, Ísland, ES og Noreg eru á fundi í London har roynast skal at finna eina semju á áralongu ósemjuni.
- Um vit ikki fáa eina breiða semju um makreltilfeingi, so meina vit at Noreg eigur at umhugsa at seta í verk egin tiltøk fyri at tryggja okkara áhugamál og at rættindini verða vird, sigur Ingebrigtsen."
http://aktuelt.fo/vilja+hava+makrelsemju+ella+stora+norska+kvotu.html#.UuETdhDFLrc
Bæta við athugasemd [Innskráning]
Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.