,,Gleðir seg til at møta David James og Hermann Hreiðarsyni.
Í HB fegnast menn um lutakastið til undankappingina í Europa League. HB skal vitja "eyjamenn" úti í Vestmannaoyggjunum á útivølli fyrst, har ÍBV tekur ímóti.
Tað er ikki harra hvør sum helst, sum verjir málið hjá ÍBV, og tað er eisini ein navnframur maður, sum venur ÍBV.
Gamla Liverpool-legendan, David James verjir málið hjá ÍBV, og navnframi venjarin er gamli verjuskansin hjá Portsmouth, Hermann Hreiðarsson, sum vann FA Cup steypakappingina við Portsmouth í 2008. David James og Hermann Hreiðarsson síggjast á myndini omanfyri.
Oddbjørn Joensen, høvuðsvenjari hjá HB gleðir til uppgávuna. Hann metir ÍBV verða ein lítlan favoritt, men við einum góðum úrsliti á útivølli sær Oddbjørn góðar møguleikar fyri, at HB kann vinna seg víðari í kappingini, har Reyða Stjørnu úr Beograd í Serbia bíðar í tí næsta umfarinum.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Oddbjørn Joensen um lutakastið. Hoyr ljóðbrot her:"
http://sportal.fo/grein/gledir_seg_til_at_mota_david_james_og_hermann_hreiarsyni
Eyjamenn geta mætt Rauðu stjörnunni | |
Tilkynna um óviðeigandi tengingu við frétt |
Flokkur: Pepsi-deildin | Facebook
Bæta við athugasemd [Innskráning]
Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.