28.6.2012 | 11:23
Ódrengileg framkoma LÍÚ gegn Færeyingum.
Málið snýst um skiptingu Grálúðu. LÍÚ gerði samning við Grænland og ákvað einhliða kvóta Færeyja. Færeyingar sættu sig ekki við það en þá sagði LÍÚ að færeyingar gætu barasta etið þa sem úti frysi! Mikil vonbrigði eru í Færeyjum með þennan framferðarhátt LÍÚ. Sem vonlegt er.
,,Fundurin, sum varð hildin í Keypmannahavn, var framhald av fundi millum londini í Nuuk í mai mánaði í ár. Á fundinum í Nuuk kom fram, at Ísland og Grønland vóru komin ásamt um eitt innanhýsis býti av stovninum teirra millum, og um hvat ein hóskandi partur var til Føroyar. Hesin partur var tó ikki nøktandi fyri Føroyar, sum á fundinum í Nuuk legði sítt uppskot um býti fram.
Føroyar fóru til samráðingar í Keypmannahavn sinnaðar at samráðast um eina felags framtíðar skipan av fiskiskapinum, men Føroyar kundu tó skjótt staðfesta, at Ísland og Grønland ikki vóru sinnað at fara undir veruligar samráðingar við Føroyar. Stutti boðskapurin frá Íslandi og Grønlandi var, at um Føroyar ikki kundu góðtaka uppskotið frá teimum um býtið, sum varð lagt fram í Nuuk, var ongin orsøk at halda áfram við samráðingunum millum strandarlondini á hesum sinni.
...
Hesin framferðarhátturin hjá Íslandi og Grønlandi hevur gjørt, at fiskiskapurin hevur verið nógv meir enn vísindaliga tilmælið. Føroyar hava við fleiri høvi seinastu árini átalað bæði Ísland og Grønland fyri teirra ábyrgdarleysa fiskiskap eftir svartkalva."
http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=13068&PID=3773
Bæta við athugasemd [Innskráning]
Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.