18.9.2013 | 15:18
Óútskýrt hljóð heyrðist í Klaksvík, Leirvík, Götu og víðar í Færeyjum í gærkvöldi.
Talað er um að það líktist hljóði frá flugvél sem flýgur mjög lágt eða frá hraðskreiðum báti. Vandamálið er að ekki var skráð nein flugvél á þessum tíma yfir Færeyjum og íslenskir flugstjórnendur vissu heldur ekki um neitt flug. Þetta þykir hið undarlegasta og nokkrir í kommentakerfi Portal.fo tala um HARP eða UFO.
,,Enn eitt ókent ljóð: Fólk standa spyrjandi Hvat var tað, sum larmaði so illa yvir Klaksvík í gjárkvøldið? Og yvir Húsum. Og Leirvík. Og Gøtu Og Eiði. Hendan spurning hava nógv fólk sett sær, síðan tey um 11-tíðina í gjárkvøldið hoyrdu eitt ljóð, sum millum annað kundi tulkast sum eitt flogar. Ella sum ein skjóttgangandi bátur, sum larmaði illa. Svein Rógva Nielsen Ljósstein var ein teirra, sum eitt sindur fyri midnátt í gjárkvøldið hoyrdi okkurt, sum sambært honum heilt vist var eitt flogfar. Tað skrivaði hann á Facebook nakrar fáar minuttir áðrenn midnátt.
...
Onnur hava eisini hoyrt óljóðið, og tað sum er løgið er, at fólk í so nógvum ymiskum bygdum hava hoyrt óljóðið samstundis. Tí er talan um eitt lágt flúgvandi flogfar yvir Klaksvík, hví hava tey so eisini hoyrt tað í Gøtu? Og á Eiði? Ber tað í heila tikið til?
Á flogvøllinum standa tey líka spyrjandi sum tey m.a. gera í Klaksvík. Tá flogvøllurin í Vágum er opin skal tornið hava at vita um øll flogfør, sum flúgva yvir Føroyum, annars eru tað íslendsku flúgvimyndugleikarnir, sum hava eftirlit við flogførum yvir Føroyum. Og hvørki í Vágum ella í Keflavík hava tey skrásett nakað lágt flúgvandi flogfar yvir Føroyum í gjár. Tað sigur Kári Mikkelsen, sum starvast í torninum hjá AFIS-tænastuni. - Vit hava tosað við íslendsku myndugleikarnar um tað, og tey hava einki skrásett av nøkrum. Og tí kunnu vit als ikki hjálpa við upplýsingum, sigur Kári Mikkelsen.
...
http://aktuelt.fo/grein/enn_eitt_okent_ljd_flk_standa_spyrjandi
Bloggar | Breytt s.d. kl. 15:23 | Slóð | Facebook | Athugasemdir (1)