Fęreyskur žingmašur: Viš eigum aš fara ķ hart viš stjórnvöld į Ķslandi og hóta aš segja upp Hoyvķkursįttmįlanum. Nęraberghneyksliš korniš sem fyllti męlinn.

Janus Rein skrifar:

,,Hart ķ móti hųršum viš Ķslandi.

Nś mugu ķslendingar lęra seg at halda Hoyvķkssįttmįlan, ella mį sįttmįlin sigast upp!

Hava tit nakrantķš hoyrt stórvegis um trupulleikar viš at fįa ķslendskar vųrur inn į fųroyska marknašin? Hava tit nakrantķš hoyrt stórvegis um trupulleikar viš at fįa ķslendskar tęnastur inn į fųroyska marknašin? Ella hava tit nakrantķš hoyrt stórvegis um trupulleikar at fįa ķslendska arbeišsmegi ella kapital inn į fųroyska marknašin? Allir fųroyingar kunnu óivaš uttan at blunka svara noktandi upp į omanfyristandandi spurningar. Heilt nógvar ķslendskar vųrur koma frķtt į fųroyska marknašinum, uttan at nakar setur foršingar fyri tķ. Ķslendskar tęnastur og arbeišsmegi eru į fųroyska marknašinum ķ hópatali, eisini uttan at nakar setur foršingar fyri tķ. Hvķ? Tķ vit hava eina frķhandilsavtalu, kallaš Hoyvķkssįttmįlin, viš Ķsland, og vit fųroyingar virša yvirornaš henda sįttmįla.

Men, vendi eg spurninginum viš og spyrji, um tit nakrantķš hava hoyrt um trupulleikar hjį fųroyskum vųrum, tęnastum, arbeišsmegi ella kapitali į Ķslendska marknašinum, er svari óivaš ja,ja,ja og aftur ja! Og soleišis virša ķslendingar somu handilsavtalu viš Fųroyar. Ķ Ķslandi leggja tey, politikarar og embętisfólk, ferš eftir ferš foršingar fyri m.a. mųguleikanum hjį fųroyskum vųrum į ķslendska marknašinum. Nógv kann nevnast. M.a. mjólkaśrdrįttir, meir ella minni alt kjųt, og eisini eitt nś lodna.

Aftur ein orrusta.

Seinasta dųmiš er, um eitt fųroyskt fiskiskip sum ikki slapp ķ ķslendska havn at fremja taš, sum skip nś einaferš fara ķ havn at fremja; m.a. taka olju og proviant eins og at landa. Skipiš slapp so til endans ķ havn, men bert tķ at taš hevši maskinbrek, og var ķ eini minni neyšstųšu. Men olju, proviant og landing; nei, ongar veitingar. Hetta hóast at skipiš fiskar į jśst sama hįtt og į sama staš og av somu kvotu, sum eini 10 ķslendsk skip gera. Tey ķ Ķslandi krógva seg ķ lųtuni aftanfyri eina ķslendska kunngerš. Men mint veršur į, at taš altso eru ķslendskir politikarar og ķslendsk embętisfólk, sum gera ķslendsku kunngerširnar. Ķ mķnum hugaheimi er hetta undir alt lįgmark, beinleišis ķ strķš viš Hoyvķkssįttmįlan, og nęrum lįturligt. Eg veit ikki, um eg skal grįta ella flenna. ...

http://www.nordlysid.fo/hart+i+moti+hordum+vid+islandi.html


« Sķšasta fęrsla | Nęsta fęrsla »

Bęta viš athugasemd

Ekki er lengur hęgt aš skrifa athugasemdir viš fęrsluna, žar sem tķmamörk į athugasemdir eru lišin.

Innskrįning

Ath. Vinsamlegast kveikiš į Javascript til aš hefja innskrįningu.

Hafšu samband