Færeyingar vilja endurskoða Hoyvíkursáttmálann og spyrja hvort borgi sig fyrir Færeyjar að eiga samstarf við framsjallaelítuna.

,,Bjarni spyr løgmann um tað gagnar Føroyum at samstarva við íslendingar. Mínar royndir sum landsstýrismaður í síni tíð viðvíkjandi íslendingum vóru so sum so. Tí havi eg í dag, umvegis Løgtingið, sent løgmanni viðhefta fyrispurning.

Til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Viðvíkjandi handilsviðurskiftunum við Ísland.

...

Føroyska skerflatnið mótvegis íslendska samstarvspartinum bleiv skjótt gjørt til skammar. Longu í tilgongdini til sáttmálan varð føroyska tryggingarvinnan, sum ætlaði at festa røtur í Íslandi, kveistrað til viks av íslendsku tryggingarvinnuni.

Ætlanin at flyta landbúnaðarvørur (serliga mjólkaúrdráttir) til Íslands fekk somu lagnu. Flestu munnu eisini minnast, tá íslendskir myndugleikar við tekniskum forðingum hindraðu inn­flutningi av føroyskum eggum.

Í ætlanini um samstarv við íslendsku televinnuna um nýggjan fipurkaðal niður á meginlandið vóru íslendskir myndugleikar eisini altráðir eftir at forða føroyingum at skipa hetta løguar­beiði undir føroyskari leiðslu. Tískil spurdist einki burtur úr nøkrum samstarvi og Føroya Tele gjørdi einsamalt Shefa-kaðalin o.s.fr.

Herfyri var aftur kuril á tráðnum. Føroya Bjór varð hótt við sakarmáli, tók bryggjaríið ikki partar av sínum vøruúrvali av íslendsku hillunum. Íslendskt bryggjarí hevur fingið sær einkarætt upp á heitið "gull". Fyri flestu púra øvugt mannagongd.

Og nú frættist, at uppisjóvarskipið Næraberg, sum hevur verið í lógligum fiskiskapi í grønlendskum sjógvi, og sum hevur fingið maskinskaða, ikki sleppur í íslendska havn at bunkra, proviantera, leggja upp og skifta manning orsakað av, at íslendiskir myndugleikar meta okkara fiskiskap at vera ólógligan.

Nevndu dømir (onnur eru eisini) vísa, at fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Ísland ikki hevur slóðað fyri øktum samhandli landanna millum, um ikki handilin í fyrsta lagi er til gagns fyri íslendingar."

http://www.nordlysid.fo/bjarni+spyr+logmann+um+tad+gagnar+foroyum+at+samstarva+vid+islendingar.html


« Síðasta færsla | Næsta færsla »

Bæta við athugasemd

Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.

Innskráning

Ath. Vinsamlegast kveikið á Javascript til að hefja innskráningu.

Hafðu samband