Færeyskur þingmaður: Við eigum að fara í hart við stjórnvöld á Íslandi og hóta að segja upp Hoyvíkursáttmálanum. Næraberghneykslið kornið sem fyllti mælinn.

Janus Rein skrifar:

,,Hart í móti hørðum við Íslandi.

Nú mugu íslendingar læra seg at halda Hoyvíkssáttmálan, ella má sáttmálin sigast upp!

Hava tit nakrantíð hoyrt stórvegis um trupulleikar við at fáa íslendskar vørur inn á føroyska marknaðin? Hava tit nakrantíð hoyrt stórvegis um trupulleikar við at fáa íslendskar tænastur inn á føroyska marknaðin? Ella hava tit nakrantíð hoyrt stórvegis um trupulleikar at fáa íslendska arbeiðsmegi ella kapital inn á føroyska marknaðin? Allir føroyingar kunnu óivað uttan at blunka svara noktandi upp á omanfyristandandi spurningar. Heilt nógvar íslendskar vørur koma frítt á føroyska marknaðinum, uttan at nakar setur forðingar fyri tí. Íslendskar tænastur og arbeiðsmegi eru á føroyska marknaðinum í hópatali, eisini uttan at nakar setur forðingar fyri tí. Hví? Tí vit hava eina fríhandilsavtalu, kallað Hoyvíkssáttmálin, við Ísland, og vit føroyingar virða yvirornað henda sáttmála.

Men, vendi eg spurninginum við og spyrji, um tit nakrantíð hava hoyrt um trupulleikar hjá føroyskum vørum, tænastum, arbeiðsmegi ella kapitali á Íslendska marknaðinum, er svari óivað ja,ja,ja og aftur ja! Og soleiðis virða íslendingar somu handilsavtalu við Føroyar. Í Íslandi leggja tey, politikarar og embætisfólk, ferð eftir ferð forðingar fyri m.a. møguleikanum hjá føroyskum vørum á íslendska marknaðinum. Nógv kann nevnast. M.a. mjólkaúrdráttir, meir ella minni alt kjøt, og eisini eitt nú lodna.

Aftur ein orrusta.

Seinasta dømið er, um eitt føroyskt fiskiskip sum ikki slapp í íslendska havn at fremja tað, sum skip nú einaferð fara í havn at fremja; m.a. taka olju og proviant eins og at landa. Skipið slapp so til endans í havn, men bert tí at tað hevði maskinbrek, og var í eini minni neyðstøðu. Men olju, proviant og landing; nei, ongar veitingar. Hetta hóast at skipið fiskar á júst sama hátt og á sama stað og av somu kvotu, sum eini 10 íslendsk skip gera. Tey í Íslandi krógva seg í løtuni aftanfyri eina íslendska kunngerð. Men mint verður á, at tað altso eru íslendskir politikarar og íslendsk embætisfólk, sum gera íslendsku kunngerðirnar. Í mínum hugaheimi er hetta undir alt lágmark, beinleiðis í stríð við Hoyvíkssáttmálan, og nærum láturligt. Eg veit ikki, um eg skal gráta ella flenna. ...

http://www.nordlysid.fo/hart+i+moti+hordum+vid+islandi.html


Færeyingar vilja endurskoða Hoyvíkursáttmálann og spyrja hvort borgi sig fyrir Færeyjar að eiga samstarf við framsjallaelítuna.

,,Bjarni spyr løgmann um tað gagnar Føroyum at samstarva við íslendingar. Mínar royndir sum landsstýrismaður í síni tíð viðvíkjandi íslendingum vóru so sum so. Tí havi eg í dag, umvegis Løgtingið, sent løgmanni viðhefta fyrispurning.

Til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Viðvíkjandi handilsviðurskiftunum við Ísland.

...

Føroyska skerflatnið mótvegis íslendska samstarvspartinum bleiv skjótt gjørt til skammar. Longu í tilgongdini til sáttmálan varð føroyska tryggingarvinnan, sum ætlaði at festa røtur í Íslandi, kveistrað til viks av íslendsku tryggingarvinnuni.

Ætlanin at flyta landbúnaðarvørur (serliga mjólkaúrdráttir) til Íslands fekk somu lagnu. Flestu munnu eisini minnast, tá íslendskir myndugleikar við tekniskum forðingum hindraðu inn­flutningi av føroyskum eggum.

Í ætlanini um samstarv við íslendsku televinnuna um nýggjan fipurkaðal niður á meginlandið vóru íslendskir myndugleikar eisini altráðir eftir at forða føroyingum at skipa hetta løguar­beiði undir føroyskari leiðslu. Tískil spurdist einki burtur úr nøkrum samstarvi og Føroya Tele gjørdi einsamalt Shefa-kaðalin o.s.fr.

Herfyri var aftur kuril á tráðnum. Føroya Bjór varð hótt við sakarmáli, tók bryggjaríið ikki partar av sínum vøruúrvali av íslendsku hillunum. Íslendskt bryggjarí hevur fingið sær einkarætt upp á heitið "gull". Fyri flestu púra øvugt mannagongd.

Og nú frættist, at uppisjóvarskipið Næraberg, sum hevur verið í lógligum fiskiskapi í grønlendskum sjógvi, og sum hevur fingið maskinskaða, ikki sleppur í íslendska havn at bunkra, proviantera, leggja upp og skifta manning orsakað av, at íslendiskir myndugleikar meta okkara fiskiskap at vera ólógligan.

Nevndu dømir (onnur eru eisini) vísa, at fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Ísland ikki hevur slóðað fyri øktum samhandli landanna millum, um ikki handilin í fyrsta lagi er til gagns fyri íslendingar."

http://www.nordlysid.fo/bjarni+spyr+logmann+um+tad+gagnar+foroyum+at+samstarva+vid+islendingar.html


Bloggfærslur 30. ágúst 2014

Innskráning

Ath. Vinsamlegast kveikið á Javascript til að hefja innskráningu.

Hafðu samband