Íslendingar vilja stovna ES-flokk.

,,Bólkurin Sjálvstøðugir Evropearar fara at stovna ES-vinarligasinnaðan flokk.

Formaðurin fyri bólkin, sum nevnist Sjálvstøðugir Evropearar, Benedikt Jóhannesson, sigur, at skipað verður fyri almennum fundum at kjakast um at stovna nýggja flokkin.

Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Capacent Gallup, hevði ein mið-høgri-ES-vinarligasinnaður flokkur fingið 21,5 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið í dag.

Bólkurin hevur havt nakrar fundir, men enn er langt á mál, sigur Benedikt Jóhannesson við íslendska kringvarpið.

Mál, ikki persónar.

 Hann sigur, at hann hevur sjálvur ikki tikið støðu, um hann skal stilla upp, men hann leggur dent á, at tað snýr seg ikki um einstakar persónar, men um mál.

- Í mun til nógvar aðrar flokkar, vilja vit ikki byggja flokkin á ávísar persónar, men heldur á mál og spurningar, sigur Benedikt Jóhannesson, formaður í bólkinum. Flokkurin stuðlar fría initiativinum og fríu marknaðarkreftunum.

Fyrsti fundurin hjá bólkinum, Sjálvstøðugir Europearar, verður eftir páskir."

http://kvf.fo/greinar/2014/04/18/islendingar-vilja-stovna-es-flokk


Bloggfærslur 18. apríl 2014

Innskráning

Ath. Vinsamlegast kveikið á Javascript til að hefja innskráningu.

Hafðu samband